Almenna heimasíðan hjá Jehova vitnum

Heim Beliefs Future Medical Topics Fá samband við okkum Publications Languages
Ein Bíblia

Hvat lærir Bíblian veruliga?

Var tað hetta, Gud ætlaði?


KAPITTUL

  1. Hvør er sannleikin um Gud?
  2. Bíblian — ein bók frá Gudi
  3. Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?
  4. Hvør er Jesus Kristus?
  5. Endurloysingin — størsta gáva Guds
  6. Hvar eru tey deyðu?
  7. Verulig vón fyri tey, sum eru deyð
  8. Hvat er Guds ríki?
  9. Vit liva á „síðstu døgum“
  10. Hvussu kunnu andaskapningar ávirka okkum?
  11. Hví loyvir Gud líðingar?
  12. Ein liviháttur sum dámar Gudi
  13. Lívið — sum Gud metir tað
  14. Hvussu fáa vit eitt eydnuríkt familjulív?
  15. Tilbiðingin sum Gud góðkennir
  16. Tak støðu fyri sannari tilbiðing
  17. Halt teg nær til Gud í bøn
  18. Dópurin og títt samband við Gud
  19. Halt teg í kærleika Guds

Skriva hesa síðuna út Skriva hesa síðuna út

TAK onkra avís. Hygg at sjónvarpinum, ella lurta eftir útvarpinum. Fjølmiðlarnir eru fullir av tíðindum um yvirgang, bardagar og brotsverk. Hugsa um støðuna, sum tú sjálvur ert í, tínar egnu trupulleikar. Kanska ert tú illa fyri av sjúku, ella tí tú hevur mist ein av tínum kæru. Kanska hevur tú tað sum Job, Guds tænari, ið segði seg vera ’mettaðan av vesaldómi’. — Job 10:15, Løggilda danska umsetingin.

Spyr teg sjálvan:

Bíblian svarar spurningunum positivt og skilagott.

BÍBLIAN SIGUR, AT GUD FER AT FREMJA HESAR BROYTINGAR Á JØRÐINI.

Ein eldri maður, sum er ungur aftur

„Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur.“ — Opinberingin 21:4


Ein lamin genta, sum er før fyri at renna aftur

„Tá skal hin lamni leypa sum hjørtur.“ — Esaias 35:6


Ein blindur maður fær sjónina aftur

„Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað.“ — Esaias 35:5


Ein kona gleðist um at síggja ein av sínum kæru liva aftur

„Øll tey, sum eru í grøvunum . . . skulu koma fram.“ — Jóhannes 5:28, 29


Ein sjúkur drongur verður frískur aftur

„Eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ — Esaias 33:24


Kornbøur

„Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum.“ — Sálmur 72:16


FÁ NYTTU AV TÍ, SUM BÍBLIAN LÆRIR

Tveir menn lesa Bíbliuna

Vís ikki tað, sum tú hevur lisið frá tær, sum var tað ber og blektað ynskishugsan. Gud hevur lovað at skapa slík viðurskifti, og Bíblian greiðir frá, hvussu hann fer at gera tað.

Men í Bíbliuni er eisini nógv annað. Hon er lykilin til eitt eydnuríkt og nøktandi lív longu . Hugsa eina løtu um tínar egnu trupulleikar og stúranir. Kanska hevur tú trupulleikar av pengaviðurskiftum, familju ella heilsu. Kanska hevur tú mist ein av tínum kæru. Bíblian kann hjálpa tær at klára teir dagligu meinbogarnar, og hon kann geva tær frið í sinnið, tí hon svarar spurningum sum:

At tú ert farin at lesa hesa bókina, vísir, at tú fegin vilt vita, hvat Bíblian lærir. Og bókin kann hjálpa tær. Legg til merkis, at spurningar til teir einstøku paragrafarnar standa niðast á hvørjari síðu. Milliónir av menniskjum hava við spurning og svar-mannagongdini kannað Bíbliuna saman við Jehova Vitnum og havt stóri gleði av tí. Tað vóna vit eisini, at tú fert at gera. Væntandi verður tað bæði spennandi og gevandi at fáa greiðu á, hvat Bíblian veruliga lærir.

LÆR BÍBLIUNA HJÁ TÆR AT KENNA

Ein Bíblia

Í BÍBLIUNI eru 66 bøkur. Tær eru býttar upp í kapittul og vers, sum gera tað lættari at finna runt. Tá víst verður til skriftstøð her í bókini, sipa tølini eftir navninum á bíbliubókini fyrst til kapitlið og síðani til versið. Til dømis merkir ávísingin „2 Timoteus 3:16“ seinna brævið til Timoteus, kapittul 3, vers 16.

Blaðar tú upp á skriftstøðini, sum standa nevnd, lærir tú skjótt at finna runt í Bíbliuni. Tað er eisini eitt gott hugskot at fylgja einari skrá fyri dagligari bíbliulesing. Lesur tú 3-5 kapittul um dagin, hevur tú eftir einum ári lisið alla Bíbliuna.

Far til byrjan á síðuniNæsta

Givin út í 2005