Almenna heimasíðan hjá Jehova Vitnum

Home Beliefs Future Medical Topics Contact Us Publications Languages
Hvat krevur Gud av okkum? Stykki 1Undanfarne greininNæsta greinin

Hvussu vita vit, hvat Gud krevur?

Hvørjar týðandi upplýsingar standa í Bíbliuni? (1)
Hvør er høvundur Bíbliunnar? (2)
Hví eiga vit at kanna Bíbliuna? (3)

1. Bíblian er ein dýrabar gáva frá Gudi. Hon er sum brævið, ein góður faðir sendir børnum sínum. Hon sigur okkum sannleikan um Gud — hvør hann er, og hvat hann stendur fyri. Hon lærir okkum at loysa trupulleikar og finna sanna lukku. Bara Bíblian sigur okkum, hvat vit skulu gera fyri at toknast Gudi. — Sálmur 1:1-3; Esaias 48:17, 18.

2. Okkurt um 40 ymiskir menn skrivaðu Bíbliuna í einum tíðarskeiði, sum byrjaði í 1513 f.o.t. og vardi 1600 ár. Hon er sett saman av 66 smáum bókum. Teir, sum skrivaðu Bíbliuna, vóru innblástir av Gudi. Teir skrivaðu hansara hugsanir, ikki sínar egnu. Tí er Gud í himli, og einki menniskja á jørðini, høvundur Bíbliunnar. — 2 Timoteus 3:16, 17; 2 Pætur 1:20, 21.

3. Gud tryggjaði sær, at Bíblian varð nágreiniliga avskrivað og varðveitt. Hon er prentað í fleiri eintøkum enn nøkur onnur bók. Tað eru minni enn so øll, ið fegnast um, at tú kannar Bíbliuna, men lat ikki tað forða tær. Tín æviga framtíð er treytað av, at tú lærir Gud at kenna og ger hansara vilja hóast alla mótstøðu. — Matteus 5:10-12; Jóhannes 17:3.

 

Givið út í 1997

HomeOvastUndanfarne greininNæsta greinin

Copyright © 2006 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania. All rights reserved.