| Hvat krevur Gud av okkum? | Stykki 11 |
Siðir og uppfatanir sum Gudi ikki dámar |
|
| Hvørjir siðir og hvørjar uppfatanir eru óhóskandi? (1) | |
| Skulu kristin trúgva, at Gud er ein tríeind? (2) | |
| Hví halda sonn kristin hvørki jól, páskir ella føðingardagar? (3, 4) | |
| Kunnu tey deyðu gera livandi fólki fortreð? (5) | |
| Doyði Jesus á einum krossi? (6) | |
| Hvussu umráðandi er tað at vera Gudi til vildar? (7) | |
1. Ikki allir siðir og uppfatanir eru óhóskandi. Men Gud góðtekur ikki tað, sum stavar frá følskum átrúnaði ella stríðir ímóti Bíbliunnar læru. — Matteus 15:6. 2. Tríeindin: Er Jehova ein tríeind — tríggir persónar í einum Gudi? Nei! Jehova, Faðirin, er ’hin einasti sanni Gud’. (Jóhannes 17:3; Markus 12:29) Jesus er frumborni sonur hansara, og hann er undirgivin Gudi. (1 Korintbræv 11:3) Faðirin er størri enn Sonurin. (Jóhannes 14:28) Heilagi andin er eingin persónur; hann er virksama megi Guds. — 1 Mósebók 1:2, Ny Verden-oversættelsen; Ápostlasøgan 2:18.
3. Jól og páskir: Jesus varð ikki føddur 25. desember. Hann varð føddur umleið 1. oktober, árstíðina tá hirðar høvdu fylgi síni úti um næturnar. (Lukas 2:8-12) Jesus gav ongantíð lærisveinum sínum boð um at hátíðarhalda føðing hansara. Nei, hann bað teir minnast deyða hansara. (Lukas 22:19, 20) Jólini og jólasiðirnir stava frá fornum følskum átrúnaði. Soleiðis eisini páskahald við eitt nú eggum og harum. Tey fyrstu kristnu hildu ikki jól og páskir, sum vanligt nú á døgum, og tað gera sonn nútíðar kristin heldur ikki. 4. Føðingardagar: Bíblian nevnir bara tvær føðingardagsveitslur, og báðar vórðu hildnar av fólki, sum ikki tilbað Jehova. (1 Mósebók 40:20-22; Markus 6:21, 22, 24-27) Tey fyrstu kristnu hildu ikki føðingardagar. Føðingardagshaldið stavar frá følskum átrúnaði í fornari tíð. Sonn kristin kunnu geva gávur og hugna sær saman allar tíðir av árinum. 5. Ótti fyri teimum deyðu: Tey deyðu kunnu hvørki gera ella uppfata nakað. Vit kunnu ikki hjálpa teimum, og tey kunnu ikki gera okkum fortreð. (Sálmur 146:4; Prædikarin 9:5, 10) Sálin doyr; hon livir ikki víðari eftir deyðan. (Ezekiel 18:4, Føroyska løggilda týðingin, Ny Verden-oversættelsen) Men viðhvørt látast óndir einglar, ella illir andar, at vera andar hjá deyðum fólki. Allir siðir, sum hava við ótta fyri ella tilbiðjan av teimum deyðu at gera, eru skeivir. — Esaias 8:19. 6. Krossurin: Jesus doyði ikki á einum krossi. Hann doyði á einum pela ella steyri. Grikska orðið, sum í nógvum bíblium verður týtt „krossur“, merkti bara eitt stykki av viði. Krossurin sum ímynd stavar frá følskum átrúnaði í fornari tíð. Tey fyrstu kristnu hvørki nýttu ella tilbóðu krossin. Heldur tú so, vit eiga at nýta krossin í okkara tilbiðjan? — 5 Mósebók 7:26; 1 Korintbræv 10:14. 7. Tað kann vera sera torført at sleppa summum av hesum uppfatanum ella siðum. Skyldfólk og vinir royna kanska at tala teg frá at gera broytingar. Men tað hevur størri týdning at vera Gudi til vildar enn menniskjum. — Orðtøkini 29:25; Matteus 10:36, 37. |
||||||
Givið út í 1997 |
|
Copyright © 2006 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania. All rights reserved. |
|