Almenna heimasíðan hjá Jehova vitnum

Heim Beliefs Future Medical Topics Contact Us Publications Languages
Hvat krevur Gud av okkum? Stykki 14AfturFram

Hvussu Jehova Vitni eru skipað

Nær byrjaðu Jehova Vitni nú á døgum? (1)
Hvussu verða møtini hildin hjá Jehova Vitnum? (2)
Hvussu verða útreiðslurnar goldnar? (3)
Hvør stendur fyri í tí einstøku samkomuni? (4)
Hvørji størri møti verða hildin á hvørjum ári? (5)
Hvat fer fram á høvuðsskrivstovuni og deildarskrivstovunum? (6)

1. Nú á døgum byrjaðu Jehova Vitni í 1870’unum. Í fyrstuni vórðu tey nevnd Bíbliustudentarnir. Men í 1931 tóku tey við tí bíbilska navninum Jehova Vitni. (Esaias 43:10) Samskipanin, sum byrjaði í smáum, er nú vaksin so mikið, at fleiri milliónir vitni íðin boða í meira enn 230 londum.

2. Tær flestu samkomurnar hjá Jehova Vitnum hava møti tríggjar ferðir um vikuna. Tú ert vælkomin á øll møtini. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Frálæran er grundað á Bíbliuna. Møtini byrja og enda við bøn, og á flestu møtunum er eisini ’andaligur lovsongur’, sum øll hjartans glað taka undir við. (Efesusbrævið 5:18, 19) Atgongdin er ókeypis, og eingin innsavning fer fram. — Matteus 10:8.

3. Tær flestu samkomurnar halda møtini í einum ríkissali. Talan er vanliga um einfaldar bygningar, sum sjálvboðin vitni hava reist. Tú finnur hvørki halgimyndir, krossar ella annað slíkt í ríkissalinum. Útreiðslurnar verða goldnar við sjálvbodnum gávum. Tey, sum hava hug at lata eina pengagávu, kunnu leggja hana í eina stuðulsbússu. — 2 Korintbræv 9:7.

4. Í øllum samkomum eru elstar ella umsjónarmenn, sum stíla fyri undirvísingini í samkomuni. (1 Timoteus 3:1-7; 5:17) Teir hava samkomutænarar at hjálpa sær. (1 Timoteus 3:8-10, 12, 13) Hesir menninir eru ikki hevjaðir yvir hini í samkomuni. (2 Korintbræv 1:24) Teir verða ikki nevndir við serligum heitum. (Matteus 23:8-10) Teir eru ikki øðrvísi ílatnir enn onnur. Og teir fáa ikki løn fyri sítt arbeiði. Hinir elstu taka sær viliga og við gleði av andaliga tørvinum í samkomuni. Teir kunnu ugga og hjálpa í truplum tíðum. — Jákup 5:14-16; 1 Pætur 5:2, 3.

5. Jehova Vitni halda eisini á hvørjum ári størri og minni stevnur. Tá savnast fleiri samkomur um eina serliga skrá við undirvísing úr Bíbliuni. Á øllum stevnunum er dópur av nýggjum lærisveinum fastur táttur á skránni. — Matteus 3:13-17; 28:19, 20.

6. Alheims høvuðsskrivstovan hjá Jehova Vitnum er í New York. Har situr Stýrandi Ráðið, ein bólkur av royndum elstum, sum leiðir ta heimsumfatandi samkomuna. Annars eru eisini meira enn 100 deildarskrivstovur kring heimin. Á teimum arbeiða sjálvboðin við at framleiða og senda bíbilskan lesnað. Boðanararbeiðið á staðnum verður eisini skipað haðani. Tú ert vælkomin at vitja ta nærmastu deildarskrivstovuna.

 

Givin út í 1997

HeimUppAfturFram

Copyright © 2008 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania. All rights reserved.