| Hvat krevur Gud av okkum? | Stykki 15 |
Hjálp øðrum at gera Guds vilja |
|
| Hví skuldi tú sagt øðrum frá tí, tú lærir? (1) | |
| Hvørjum kanst tú bera gleðiboðini? (2) | |
| Hvussu kann tín atburður ávirka onnur? (2) | |
| Nær kanst tú boða saman við samkomuni? (3) | |
1. Nú hevur tú lært nógv gott úr Bíbliuni. Kunnskapurin skuldi fingið teg at ment eina kristna persónmensku. (Efesusbrævið 4:22-24) Slíkur kunnskapur hevur alstóran týdning, um tú skalt fáa ævigt lív. (Jóhannes 17:3) Men øðrum tørvar eisini at hoyra gleðiboðini, so tey kunnu verða frelst. Øll sonn kristin mugu vitna fyri øðrum. Tað hevur Gud álagt teimum. — Rómbrævið 10:10; 1 Korintbræv 9:16; 1 Timoteus 4:16. 2. Tú kanst leggja fyri við at siga tínum nærmastu frá tí, tú lærir. Sig tað fyri vinum, skyldfólki, skúlafelagum og arbeiðsfelagum. Tosa vinaliga og tolin við tey. (2 Timoteus 2:24, 25) Minst til, at tað, vit gera, ofta ger størri mun hjá fólki enn tað, vit siga. Tín góði atburður kann geva øðrum hug at lurta eftir tí, tú sigur. — Matteus 5:16; 1 Pætur 3:1, 2, 16. 3. Sum frá líður, lýkur tú kanska treytirnar fyri at kunna boða saman við samkomuni av Jehova Vitnum á staðnum. Hetta er eitt týðandi stig á leiðini. (Matteus 24:14) Hevði tað ikki verið gott, um tú kundi hjálpt onkrum øðrum at gerast tænari fyri Jehova og fáa ævigt lív? — 1 Tessalonikabræv 2:19, 20. |
||
Givið út í 1997 |
|
Copyright © 2006 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania. All rights reserved. |
|